»Limalisti almennur«

Viðmerking til grein í »Krydd« 1. mars 2000

Hesar reglur verða ikki skrivaðar, tí eg havi stórvegis hug at gera viðmerkingar til lítið virðiligu greinina »Limalisti almennur«, sum stóð at lesa í Krydd mikudagin 1. mars.

Um viðmerkingar skuldu skrivast til allar slíkar greinir, sum hetta óhefta blað prentar fyri tíðina, so hevði verið talan um fleiri heildagsstørv.

Sum limur í Unga Tjóðveldinum í Suðurstreymi kenni eg meg tó noydda til at kunna limir okkara, um at tað, sum stendur at lesa í Krydd, hevur sera lítið við veruleikan at gera. Limalisti Unga Tjóðveldisins liggur IKKI á Internetinum!!! Hann liggur har ikki nú, hevur ongantíð ligið har og fer heldur iki at gera tað í framtíðini. Tað, sum talan er um í teirri heldur torskildu greinini, er, at á heimasíðuni hjá Unga Tjóðveldinum hevur verið møguleiki at tekna seg sum lim í felagnum, men vit mugu tíverri ásanna, at vit ikki hava tryggjað okkum nóg væl ímóti teldusníkunum á Dimmalætting. Tað átaka vit okkum fulla ábyrgd fyri og vóna at tey sum hava teknað seg vilja umbera okkum hetta mistak. Tað fer ikki at endurtaka seg.

Teldukøn siga mær, at tað at (dulnevnd) fólk »biksa« soleiðis við heimasíður kann samanberast við, at postmaðurin vendir postkortinum og lesur tað. Eg haldi greinaskrivarin átti at hugsa seg sera væl um, áðrenn hann tosar um »ússaligt arbeiði«, men hereftir fara vit at hava í huga hesa óhepnu hending, so einki slíkt kann endurtaka seg.

Tað eydnaðist okkum í dag tíverri ikki at fáa orð á blaðstjóran á Krydd, meðan blaðstjórin á Dimmalætting umbar seg við, at hann hevði ikki skilt greinina?

Vónandi vilja tey tó rætta hetta mistak og í framtíðini blanda limir okkara uttanum teirra ríkisfelagsskapsstríð.


Í Havn 1.3.2000

Vegna Unga Tjóðveldið

Ragnheiður Bogadóttir