Sambært Maud Vang Hansen, næstforkvinnu í Føroya Pedagogfelag, setti felagið ein arbeiðsbólk á seinasta aðalfundi. Hesin skuldi arbeiða við at orða ein møguligan eldrapolitikk, og hevur hon havt ábyrgdina fyri hesum arbeiðinum.
- Í annaðkvøld fara vit at framleggja úrslitið av einari kanning, sum snýr seg um hugburðin hjá limum felagsins um eldri á arbeiðsplássinum, sigur Maud Vang Hansen.
Á fundinum fer Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, eisini at hava eitt upplegg um, hvat bilgist á politiska pallinum viðvíkjandi hesum evninum.
Eisini fara Sámal og Ronni at leggja út við at spæla nøkur løg, sum hava tilknýti til evnið.
Aftaná framløgurnar verður lagt upp til orðaskifti millum limirnar, sigur Maud Vang Hansen.
Tiltakið, sum er fyri limir felagsins, verður í Miðlahúsinum í annaðkvøld, týskvøldið, klokkan 19.30.










