Tað var Lillian Egholm úr Leynum, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Høvuðsvinningurin var á 130.000 krónur.
Hon hevði møguleikan at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 45.000 krónum í hvørjum leypi, men Lillian Egholm valdi at koyra allar 130.000 krónurnar í reyða leypin.
Í fyrsta drátti streyk hjólið nakrar fáar seymir fram við reyða leypinum og steðgaði á 20.000 krónum. - Akkurát forbí, læt í Lilliuni. Vit koyra einaferð aftrat.
Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, og her var leynakonan skjót at svara, at hon vildi royna seinasta møguleikan eisini. - Eg prøvi einaferð aftrat, vóru orðini.
Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á gula leypinum. Her var eingin reiður peningur at vinna, men góðir vinningar. Lillian Egholm valdi gávukortið frá Elding, sum hevur eitt virði av 40.000 krónum.