Sensatión: Fyrsti útisigur hjá Føroyum í 13 ár!
Tað er líka sum yvirskriftin í danska Ekstrablaðnum, nú føroyska A-landsliðið í gjárkvøldið var 1-0 á útivølli móti Grikkalandi.
Blaðið skrivar, at føroyska landsliðið skapti eitt av sínum flottastu úrslitum í landsins lutfalsliga stuttu fótbóltssøgu.
- "Lilleputnationen" við dananum Lars Olsen sum venjara vann á útivølli móti Grikkalandi 1-0 í EM-kvalifikatiónsbólkinum F og kundi soleiðis notera sær tey fyrstu trý stigini.
Blaðið skrivar, at hetta er imponerandi sæð í ljósinum av, at Grikkaland í summar endaði í 1/8-finaluni í HM kappingini í Brasilia.
- Men síðan hevur tað ikki gingið væl hjá Grikkalandi í EM-kvalifikatiónskappingini.
Og so verður lagt aftrat:
- Eftir at hava spælt í ein tíma, syrgdi Jóan Símun Edmundsson fyri málinum til 1-0 eftir uppleggi frá "FC Københavns unge talent Brandur Olsen..."