Í kvøld spælir KÍ annan dystin í UEFA Conference League bólkaspælinum. KÍ tapti í fyrsta umfarinum 2-1 móti Slovan Bratislava í Slovakia. Í da ger mótstøðan væl sterkari.
Franska Lille vann meistaraheitið so seint sum í 2021 frammanfyri Paris Saint Germain, ið hevði spælarar sum Neymar, Kylian Mbappé og Ángel Dí María. Árið eftir vann Lille sín bólk í Champions League kappingini, men tapti í 1/8 finaluni móti Chelsea.
Hyggur tú søgubøkurnar hjá Lille Olympique Sporting Club, so hevur felagið vunnið franska meistaraheitið fýra ferðir, 1945–46, 1953–54, 2010–11 og 2020–21. Hartil hevur felagið vunnu steypakappingina seks ferðir og Lille vann eisini Intertoto Cup kappingina í 2004.
Millum spælararnar, sum hava spælt við Lille, er heimsstjørnan Eden Hazard, umframt fleiri kend nøvn. Eitt nú Victor Osimhen, Rafael Leão, Salomon Kalou, Pierre-Emerick Aubameyang, Renato Sanches, Joe Cole og Dimitri Payet.
Tað er heldur ikki ókent fyri Lille at selja spælarar fyri nógvar pengar. Dýrasta sølan er Nicolas Pépé, sum bleiv seldur til Arsenal fyri einar 600 milliónir krónur í 2019. Tann næstdýrasti er Victor Osimhen, sum í dag spælir við Napoli. Hann bleiv seldur fyri 530 milliónir krónur.
Lille telur í dag spælarar sum fyrrverandi miðverjan hjá FC Barcelona, Samuel Umtiti, fyrrverandi eykamálverjan hjá Arsenal, Vito Mannone, og kanadiska stórtalenti Jonathan David, ið verður mettur at hava eitt virðið á umleið 450 milliónir krónur. Hópurin telur eisini Edon Zhegrova, sum hevur spælt móti Føroyum við Kosovo í Nations League.
Hetta er eitt av teimum heilt sterku liðunum, sum hava vitjað í Føroyum. Av øðrum kunnu nevnast Glasgow Rangers, Manchester City, Besiktas og Fenerbahce.
Dysturin millum KÍ og Lille verður á Tórsvølli í dag klokkan 17.45.