Liljan Weihe fingið fjórða ætlanarskrivið

- Tað er í veruleikanum ein gjøgnumføring av tí, sum Johnny í Grótinum byrjaði, sigur sakførari

- Eg kann vátta, at Liljan Weihe í gjár fekk sítt fjórða ætlanarskriv. Tað sigur Sigmund Poulsen, sakførari hjá Liljuni Weihe, við in.fo í dag. Hann greiðir frá, at hetta er tað fjórða í røðini. 

 

 

- Tað fyrsta ætlanarskrivið var ein uppsøgn, sum varð annulerað av Mentamálaráðnum. Tað næsta ætlanarskrivið var um, at Liljan Weihe skuldi flytast í annað lægri starv - tað bleiv tikið aftur, áðrenn kæruavgerð fyrilá. Tað triðja ætlanarskrivið var um at flyta hana í annað akademiskt starv uttan lønarmiss - tað varð annulerað eftir kæru til Mentamálaráðið. Og hetta fjórða er eitt ætlanarskriv um uppsøgn, samstundis sum henni verður boðið sama akademiska starvið, men hesaferð við nakað minni løn, sigur Sigmund Poulsen í dag. 

 

 

- Tað er í veruleikanum ein gjøgnumføring av broytingini, sum Johnny í Grótinum byrjaði upp á, men sum Mentamálaráðið kolldømdi og sum púra óvæntað so endaði í føvninginum á Kára Sólstein, sigur Sigmund Poulsen. 

 

Hann heldur, at í øllum førum er endamálið, at Liljan Weihe skal úr starvinum sum tíðindaleiðari

 

- Tekur Liljan ikki av tí síðsta tilboðnum skal hon úr Kringvarpinum, sigur Sigmund Poulsen. Liljan Weihe og sakførari hennara hava 14 dagar at umrøða ætlanarskrivið og svara Kringvarpinum aftur.