Vit stúra illa, nú fyrrverandi stjórin í Kringvarpinum, og onnur, áhaldandi hava lagt seg út í arbeiðið á tíðindadeildini hjá Kringvarpinum.
Tað siga feløgini hjá journalistum í Íslandi, og felagið hjá journalistunum í íslendska Kringvarpinum. Í eini fráboðan í morgun sig tey sína meining um rumblið í føroyska Kringvarpinum hesa seinastu tíðina.
Tað er eitt grundleggjandi krav í einum fólkaræði at journalistar hava frælsi at útynna sítt yrki og einhvør roynd at forða fyri tí, og einhvør roynd at ávirka arbeiðið hjá journalistum, kann bara takast sum eitt álop á sjálvt fólkaræðið, siga íslendsku journalistarnir.
Og tey gera vart við, tey stúra illa fyri gongdini, eftir at fyrrverandi stjórin, og stýrið fyri Kringvarpið, aftur og aftur hava lagt seg út í arbeiðið hjá journalistunum í Kringvarpi Føroya. Samstundis átala tey harðliga, at Liljan Weihe misti starvið sum leiðari á tíðindadeildini tí at hon hevði klaga um, at stjórin hevði lagt seg út í arbeiðið hjá tíðindadeildini.
Íslendsku journalistarnir heita á stýrið fyri Kringvarpið um at tryggja at óheftni hjá journalistunum í Kringvarpinum, og at tryggja, at teir fáa arbeiðsfrið.
Tað undrar tey eisini, at Liljan Weihe ikki hevur fingið starvið aftur, hóast niðurstøðan er, at tað var ólógligt at siga hana úr starvi.