Í gjár stevndi Jørgen Niclasen trimum starvsfólkum í Kringvarpinum og Sveini Tróndarson, tíðindamanni, fyri ærumeiðing. Sambært stevningini skulu Kringvarp Føroya og Portal.fo í felag og áhaldandi hava sett fram ósannar og ærumeiðandi skuldsetingar móti landsstýrismanninum í nógv umrødda tollmálinum.
Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, heldur, at Kringvarpið hevur bara gjørt sína skyldu.
- Sum fjølmiðil er tað okkara arbeiði og skylda at kunna um tað, sum fyriferst í samfelagnum og serliga at avdúka ivasom viðurskifti, og tað hava vit gjørt í hesum føri, sigur Liljan Weihe við Rás2.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøða við Liljan Weihe.