Liljan hevur kært skúlaleiðara

Tað er at fara langt út um mark, tá ein skúlaleiðari sigur seg vera við uppá eina bólkaneyðtøku av mær, sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum

 

Eftir at Liljan Weihe næst seinasta mánakvøld hevði Karsten Hansen sum gest í Degi & Viku, vóru fleiri viðmerkingar, har funnist var at háttinum, sum verturin handfór samrøðuna.

 

Nakrar viðmerkingar vóru av tí heilt ófantaliga slagnum, og eitt nú skrivaði tann eini kjakarin:

"Hon er stødd í Kringvarpinum í løtuni! Eg tendri mín svarta gangstrarabuss (rape van), so fara vit allir samlir! Hvør við?"

Og sum viðmerkingar til hetta svaraði ein skúlaleiðari í føroyskum skúla “Eg veit, hvar hon býr” og niðanfyri “I’m in”.

 

Hetta hevur fingið Liljuna Weihe at kæra skúlaleiðaran fyri Mentamálaráðnum.

 

- Sum almennur persónur, eri eg von við at fáa niðrandi viðmerkingar um mítt starv og mín persón. Tað kann og skal eg tola. Men eg føli somuleiðis sum mína skyldu at gera vart við, at ein skúlaleiðari er við uppá at luttaka í eini bólka-neyðtøku av mær í einum neyðtøkubussi, endurgevur Kringvarpið úr Kæruni frá Liljuni Weihe til Mentamálaráðið.

 

Viðmerkingin er nú slettað, og við Kringvarpið hevur skúlaleiðarin sagt, at hann angrar at hava skrivað viðmerkingina, sum hann sigur varð skrivað í spølni, tó at hon var betur óskrivað.

 

Olaus Jespersen, deildarleiðari í Mentamálaráðnum, sigur við Kringvarpið, at viðgerðin av kæruni helst er liðug í vikuni.