Liktinstein spældi javnt

Mótstøðuliðið hjá Føroyum mánakvøldið hevur í kvøld spælt venjingardyst

Mánakvøldið skal føroyska a-landsliðið hjá monnum aftur í eldin.

 

Føroyar skulu tá spæla venjingardyst ímóti Liktinstein, sum verður spældur á Marbella Football Stadion í Spania.

 

Mótstøðuliðið hjá Føroyum mánakvøldið, Liktinstein, hevur í kvøld verið í dysti. Liktinstein spældi í kvøld á útivølli móti Gibraltar í einum dysti sum endaði við málleysum 0-0 javnleiki.

Leikararnir hjá Liktinstein føldu tó at teir áttu at vunnið dystin, og fingu teir seint í fyrra hálvleiki kolldømt eitt mál sum rutineraði Franz Burgmeier annars skeyt.

 

Um støðið skal vera tikið í venjingardystinum millum Gibraltar og Liktinstein í kvøld, eiga Føroyar at hava ein góðan møguleika fyri at fáa ein sigur í venjingardystinum móti Liktinstein mánakvøldið. Føroyar spældi fyri tveimum árum síðani venjingardyst ímóti júst Gibraltar, sum Føroyar vunnu 4-1.