Liktinstein hevur vunnið 9 olympisk heiðursmerki

(Ljóðbrot) Hoyr smátjóðaserfrøðingin, Ivan Eginsson Eysturland greiða frá um stórbæru, olympisku søguni hjá Liktinstein

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Ivan Eginsson Eysturland, smátjóðaserfrøðing greiða frá um stoltu, olympisku søguna hjá lítla landinum Liktinstein.

 

Liktinstein hevur vunnið ikki færri enn níggju olympisk heiðursmerki. Øll heiðursmerkini eru vunnin í teimum alpinsku skíðgreinunum.

 

Serliga kend í olympisku søguni eru systkini Andreas og Hanni Wenzel, sum her síggjast til móttøkuna, sum var fyri teimum í Liktinstein aftaná vetrarleikirnar í Lake Placid í USA í 1980. Hanni Wenzel vann gull í bæði slalom og í stórslalom,  og Andreas Wenzel vann silvur í stórslalom.

 

Olympisku avrikini hava saman við liktinsteinska landsliðnum veruliga sett Liktinstein á heimskortið. Liktinstein er ein stolt ítróttartjóð, sum hevur stóra gleði av sínari olympiskari viðurkenning.

 

Klokkan 18 spæla landsliðini hjá Føroyum og Liktinstein landsdyst í Marbella í Spania. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá landsdystinum á Rás2. Upptaktssendingin byrjar klokkan 16.30. In.fo fer eisini at siga beinleiðis frá dystinum.