SMÁTJÓÐIR Í HM
Liktinstein er tann av smáu europeisku fótbóltstjóðunum, sum - um sammett verður við altjóða styrkistalið - hevur rokkið besta úrslitið í HM undankappingini, sum mikukvøldið var liðug.
Liktinstein hevur í tólv dystum fingið átta stig. Seks av stigunum hevur Liktinstein fingið móti Luksemborg, men teir hava eisini staðið seg væl í øðrum dystum. Eitt nú megnaði Liktinstein á heimavølli málleysan javnleik móti Slovakia, og ikki minni merkisvert var tað, at Liktinstein megnaði 2-2 á heimavølli móti Portugal.
Leygardagin minti Liktinstein Portugal og øll onnur um, at tað ikki bara er avgreiðsluspurningur at spæla móti Liktinstein. Í Portugal legði Liktinstein seg á odda, og tað var við neyð og deyð, at Figo og hinir á portugisiska liðnum vunnu 2-1.
Bara í einum dysti hevur Liktinstein tapt við fleiri enn tveimum málum. 7-0 sekkurin í Slovakia var áminning um, at Liktinstein framvegis hoyrir heima millum tey smáu. Men kortini hevur Liktinstein rættuliga gjørt um seg. Bara í fýra at tólv dystum eru teir farnir av vøllinum uttan at hava skorað mál, og í einum av hesum dystunum var talan um málleysa javnleikin móti Slovakia.
Føroyar hava spælt tríggjar vinardystir móti Liktinstein, og føroyska liðið er hvørja ferð farið av vøllinum sum vinnari. Nú er Liktinstein nummar 123 á FIFA styrkislistanum, meðan Føroyar eru á 134. plássinum, og úrslitini seinastu tíðina fara ivaleyst at bera Liktinstein longri fram á listanum, meðan Føroyar neyvan fara rætta vegin.
At Liktinstein hevur staðið seg væl eru tað tvær orsøkir til. Onnur er, at árgangirnir, sum nú manna landsliðið, eru sera góðir, og hin er, at teir í Liktinstein rættuliga spenna seg út í fyrireikingunum. Frá føroyskum sjónarhorni er tað áhugavert, at Liktinstein umframt U 17 og U 19 landslið eisini luttekur við U 21 landsliði.
Liktinstein luttekur í sveisisku landskappingini. Málið við landsliðnum í ríka pinkulandinum er at sleppa upp í part í bestu deildini í Sveis. Higartil hevur tað ikki eydnast, og serliga í summar var tað stórt vónbrot, tá ið teir í endaspæli um pláss í bestu deildini og eftir 1-1 á útivølli taptu 1-0 á heimavølli.
Men tað er eingin ivi um, at tað er luttøkan í sveisku landskappingini við landsliðnum, sum saman við luttøkuni í U 21 kappingini er høvuðsorsøkin til, at tað gongur væl hjá Liktinstein. Tað hevði verið áhugavert at sæð, hvussu tað evði tørnað út, um Føroyar og Liktinstein nú høvdu spælt móti hvørjum øðrum!
Ein onnur av pinkutjóðunum, sum tað hevur gingið væl hjá, er Andorra, sum fekk fimm stig burturúr teimum tólv dystunum í bólki eitt. Andorra, sum er á 125. plássinum á styrkislistanum, megnaði málleysan javnleik móti Finnlandi, og teir vunnu 1-0 móti Makedonia, sum er nummar 96, og sum fekk sjey stig.
Vónbrotini
Sammett við støðuna á altjóða styrkislistanum man Ísland vera eitt av londunum, sum úrtøkan hevur verið soltnast hjá í hesi kappingini. Ísland fekk bara fýra stig burturúr tíggju dystum, meðan Malta fekk trý stig burturúr sama bólkinum. Á styrkislistanum er Ísland nummar 92, meðan Malta er á 127. plássinum.
Íslendingar hava leingi vónað, at teir skuldu megna at lyfta seg so mikið, at teir skuldu sleppa upp í part í endaspæli. Onkra ferðina hava teir verið tætt við, men hesa ferð gekk heilt illa.
Tríggir av europeisku luttakarunum í HM endaspælinum eru lægri á styrkislistanum, enn Føroyar eru tað. Talan er um Kazakstan (146), Luksemborg (155) og San Marino (161).
Felags fyri hesi londini er, at teirra úrtøka hevur verið eins vánalig ella verri enn tann, sum Føroyar rukku. San Marino og Luksemborg fingu einki stig, og Kazakstan fekk eitt stig.
Tá ið Allan Simonsen gjørdist landsliðsvenjari í Luksemborg, ætlaði hann at fáa landsliðið at spæla í týsku kappingini. Tað var um reppið, at tað eydnaðist, men so vildi fótbóltsligi myndugleikin í Luksemborg kortini ikki ganga við til hetta.
Tað er ivaleyst sannlíkt, at Luksemborg hevði havt staðið seg betri í farnu HM undankappingini, um teirra landslið hevði havt sama møguleika í Týsklandi, sum Liktinstein hevur havt tað í Sveis.
Eingin tosar um tað, og tað fer ongantíð at koma upp á tal, at føroyska landsliðið skal taka lut í fremmandari landskapping. Sammett við í fleiri av omanfyri nevndu tjóðunum er landskappingini í Føroyum breið og væl skipað.
Men tað er einki at ivast í, at tað hevði betra um fyritreytirnar fyri størri úrtøku, um Føroyar høvdu bjóðað seg fram í U 21 kappingini, og tað eigur eisini at verða styrki, um fleiri føroyskir spælarar fara at spæla í útlendskum feløgum. At tað ikki bara er sum at siga tað at gera hetta til veruleika, hava tað tey seinnu árini verið so mong dømi um. Nú eru ábendingar um, at tað kanska fer at gleppa, og um tað eydnast ungu monnunum í Onglandi og Danmark rættuliga at fóta sær, so fer kósin hjá Føroyum á altjóða styrkislistanum ivaleyst at verða broytt rætta vegin.