Liktinstein hølvaði Ísland av

Liktinstein verður ofta mett at vera á støði við fótbóltslond sum Føroyar, men í kvøld vístu teir, at teir kunnu skava sær nøkur stig saman. Hetta gjørdu teir heldur sannførandi, tá ið teir púra óvæntað vunnu heili 3-0 á Íslandi heima í Vaduz.

Stjørnuáleypari teirra, Mario Frick, sum spælir við Siena í Seriu A, legði Liktinstein á odda í 27. minutti, meðan Thomas Beck við tveimum málum seint í dystinum gjørdi skommina hjá Íslandi fullkomna.

 

Hetta er annar sigurin hjá Liktinstein í hesari undankappingini. Í mars knógvaðu teir Letlandi.