Liktinstein eru okkara veruligu fyrimyndir

Pinkulandið í Mið-Evropa hevur aftur til hesa undankapping, fingið fleiri stig á kontuna

Heri Simonsen

heris@sosialurin.fo



Fótbóltslandsliðið hjá Liktinstein hevur eina væl hepnari hond enn føroyska A-landsliðið. Teir fáa sigrar og javnleikir í hvørjari undankapping nú. Í seinastu undankapping bankaðu teir Luksemburg 4-0 úti, og 3-0 heima. Og best av øllum: Teir fingu 2-2 javnleik ímóti Portugal á heimavølli. Og tá javnaði Liktinstein í evstu løtu. Eitt stórt ár seinni var Portugal – í somu kapping - í HM-hálvfinaluni í Týsklandi. Liktinstein fingu also 7 stig í tí kappingini.


Minst líka gott hesuferð


Og eisini hesuferð hevur lítla fullveldis-tjóðin, sum liggur millum Sveis og Eysturríki gjørt um seg. Gamaní, teir tapa ímóti teimum stóru og miðalstóru londunum, eins og okkara menn. Men ein sera avgerandi munur er tó at finna. Teir hava gjørt tað, sum føroyska A-landsliðið ongantíð ger! Teir hava vunnið á teimum næstminstu fótbóltstjóðunum. Bert 28.000 fólk búgva í Liktinstein, men kortini hava teir vunnið 1-0 á Lettlandi heima. Teir hava vunnið 3-0 á Íslandi heima, og í Reykjavík vóru Liktinstein óhepnir “bara” at fáa javnleik 1-1. 7 stig eru longu á kontuni aftur. 17. november hevur Liktinstein útidyst í Riga ímóti Latvia, og eingin torir at útihýsa, at teir vinna ella fáa javnleik. Tað skal verða teimum væl unt!


Hava profilar


Liktinstein hava eisini tríggjar profilar, sum spæla á einum høgum støði. Fyrst er at nevna Mario Frick, sum skeyt sítt landsliðsmál nr. 13 ímóti Íslandi mikukvøldið. Mario Frick leikar við Siena í italsku Seriu A. Málverjin Peter Jehle leikar við portugisiska liðnum Boavista, sum næstan er á støði við Porto, Benfica og Sporting Lissabon. Og so hevur Liktinstein sterka leikaran Thomas Beck, sum leikar í bestu deildini í Sveis. Thomas Beck skoraði til 2-0 og 3-0 ímóti Íslandi. Hesir tríggjir, umframt heilprofessionela liðið úr liktinsteinska høvuðsstaðnum; FC Vaduz eru grundstuðlarnir undir góðu úrslitunum hjá Liktinstein. FC Vaduz leikar í næstbestu sveisisku deildini, og har eru nógvir útlendingar á liðnum. Men liðið er eisini við til at menna ungu talentini í Liktinstein.


Útlendskar venjarar


Liktinstein hevur havt 4 útlendskar venjarar. Týskaran Ralf Lohse, og sveisarnar Hans Peter Zaug og Martin Andermat. Venjari nú er sveisarin Bidu Zaugg. Frimilin hjá liktinsteinska fótbóltssambandinum er at hava ein útlendskan kapasitet, sum venjara. Men kortini ein venjara, sum kann samskifta væl við liktinsteinsku landsliðsleikarnar.

Føroyar hava tríggjar sigrar í vinardystum ímóti Liktinstein. 1-0 í Vaduz, 3-1 á Tórsvølli, og 1-0 á Kýpros. Hesir dystirnir vóru leiktir um aldarskiftið. Men síðani tá hevur Liktinstein ment seg við rúkandi ferð. Hava vit gjørt tað sama, kann onkur spyrja?