Liktinstein er vert eina vitjan

(Ljóðbrot) Hoyr Ivan Eginsson Eysturland greiða frá landinum Liktinstein, sum er vert at vitja

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr triðja partin av samrøðuni við Ivan Eginsson Eysturland, sum í hesum partinum greiðir frá Liktinsteini, sum landi og ferðamannalandi, sum Ivan Eginsson Eysturland hevur vitjað á tveimum sinnum.

 

Pinkulandið er somikið lítið í stødd, góðar 140 ferkilometrar, at skeltini vísa ikki hvussu nógvir kilometrar er til næstu bygd, men heldur hvussu nógvar minuttir tað tekur at ganga til næstu bygd.

 

Pinkulandið við teimum 37.000 íbúgvunum er eitt monarki. Hans Adam 2. fúrsti er statsyvirhøvdið hjá Liktinstein, og tað er ikki altíð, at hann og tey, sum sita í parlamentinum í høvuðsstaðnum, Vaduz eru samd.

 

Klokkan 18 spælir Føroyar fótbóltslandsdyst ímóti Liktinstein. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2. Upptaktssendingin byrjar klokkan 16.30. Til ber eisini at fylgja dystinum á in.fo.