Liktinstein er sum dagur og nátt

Mótstøðuliðið: Úrslitini hjá lítla landinum í Alpunum hava verið nógv betri á heimavølli, enn tey hava verið á útivølli

Í kvøld skal føroyska landsliðið spæla venjingardyst móti Liktinstein. Á teimum 160 ferkilometrunum á markinum millum Sveis og Eysturríki búgva 28.000 fólk.

Liktinstein hevur síðani 1974 verið limur í altjóða fótbóltssamgonguni. Bara eitt felag umboðar landið í Europa Cup. Tað er tað liðið, sum vinnur steypakappingina. Higartil hevur tað ikki verið skipað fyri nakrari landskapping, men tað verður arbeitt við málinum. Tað eru sjey fótbóltsfeløg í Liktinstein, og tey taka lut í lægru deildunum í Sveis.


Vunnu á Kina

Í áttati árunum spældi landsliðið hjá teimum fleiri ferðir vinardystir, serliga móti Sveis, sum teir altíð taptu nógv ímóti. Fyrsta altjóða kappingin, sum teir tóku lut í, var undankappingin til olympisku leikirnar í Los Angeles í 1984. Teir spældu móti Sveis og taptu 3?1 á heimavølli og 3?0 á útivølli.

Fyrstu ferð teir vóru við í undankapping var í sambandi við EM í 1996. Fyrsti dysturin var í apríl í 1994 í Belfast, og Norðurírland vann 4?1.

Í 1995 vunnu megnaðu teir málleysan javnleik á heimavølli móti írlandi. Hetta var einasta stigið, sum teir fingu í undankappingini til EM í 1996. Í HM undankappingini til HM í 1998 fingu teir einki stig, men í síðstu EM undankappingini fingu teir fýra stig. Ta ferðina vunnu teir 2?1 á heimavølli móti Aserbadjan og greiddu málleysan javnleik móti Ungarn.

At talan er um heilt ymisk úrslit á heimavølli og á útivølli sæst á, at teir taptu 5?0 í Ungarn og 4?0 í Aserbadjan.

Liktinstein hevur bara tvær ferðir vunnið. Umframt á Aserbadjan hava teir vunnið á Kina. Sjálvsagt stóðst nógv umrøða av, at heimsins fólkaríkasta tjóð tapti ein landsdyst móti einari av minstu tjóðunum í heiminum.

Dysturin varð spældur í Malaysia, og Liktinstein vann 2?0.

Í kvøld fara Føroyar og Liktinstein at dystast í høvuðsstaðnum ? Vaduz. Stadion nevnist Rheins Pak stadion, og tað er rættuliga nýtt. Higartil hava teir spælt heimadystirnar í lílta býnum Eschen, sum liggur norðanfyri høvuðsstaðnin.