Liktenstein skapti sensatiónina

Umframt dystin á Svangaskarði vórðu fimm aðrir dystir í HM-undankappingini spældir mikukvøldið.
Mest óvæntaða úrslitið í hesum var uttan iva, at Liktenstein á heimavølli stríddi seg til málleysan javnleik móti Slovakia. Eisini Andorra fekk eitt heiðurligt úrslit, tá teir megnaðu at avmarka tapið móti Rumenia til 2-0, meðan Letland á heimavølli vann frálíkan 1-1 javnleik móti Russlandi.
Einasta Norðanlandi, sum spældi teljandi dyst hetta kvøldið, var Finnland, sum á útivølli vann greiðan 3-0 sigur á Makedonia.
Úrslitini mikukvøldið vóru annars hesi:
Føroyar-Kypros 0-3
Kasahkstan-Georgia 1-2
Letland-Russland 1-1
Makedonia-Finnland 0-3
Liktenstein-Slovakia 0-0
Rumenia-Andorra 2-0