Enn einaferð hevur NSÍ heimavøll á Svangaskarði, tá tikið verður ímóti EB/Streymi í dag, tí vøllurin við Løkin í Runavík er ikki komin á enn. Men runavíkingar hava so ikki enn tapt á Toftum, har teir hava vunnið ein og spælt tveir javnar, nú tann fjórði er á skránni.
EB/Streymur hevur tó sítt triðjapláss at verja, og lítið man vera at ivast í, at sundalagsmenn vilja strekkja seg langt fyri at fáa øll trý stigini. Tað sama má tó væntast av heimaliðnum, ið roynir at toga seg upp ímóti einum plássi í Europa næsta ár.
Runavíkingar hava fingið nýggja trúgv upp á tað, nú Heðin Askham hevur tikið við sum venjari, og hansara fyrimunur er kanska, at hann kennir EB/Streym betur enn nakar. Men samstundis kenna teir í EB/Streymi eisini Heðin, so tað kann ganga út upp á tað sama. Men tá liðini fyrr í ár møttust við Løkin, vann NSÍ 2-0.
Hjá NSÍ er U21-landsliðsspælarin, Árni Frederiksberg, ivasamur, tí hann fór skaddur av vøllinum ímóti Írlandi mikukvøldið, og sama má helst sigast um Arnbjørn T. Hansen, sum bleiv skaddur í A-landsdystinum ímóti Íslandi, har Leif Niclasen eisini fekk eina løtu, umframt at Gunnar Zachariasen spældi við U21-landsliðnum. Gert Hansen er ikki við, tí hann hevur karantenu.
Klokkan 15: NSÍ-EB/Streymur (Rúni Gaardbo)