Líkist eini hevndaratsókn

Lønin hjá Jógvan Arge í Tórshavnar Býráð fer nú niður í helvt og nú fær Elin Lindenskov eisini løn

Tórhavnar býráð hevur nú samtykt, at lønin hjá Jógvan Arge sum varaborgarstjóri í Havn, skal niður í helvt.

Tað samtykti samgongan í Tórshavnar Býráði í kvøld.

 

Samgongan í býráðnum hevur gjørt av at umleggja lønina hjá teimum báðum varaborgarstjórunum, Jógvani Arge, sum er fyrsti varaborgarstjóri, og Elini Lindenskov, sum er annar varaborgarstjóri.

Varaborgarstjórin kann fáa í mesta lagi 10 prosent av borgarstjóralønini í løn.

Sostatt hevur Jógvan Arge havt eina løn uppá einar 5.200 krónur um mánaðin, men hinvegin hevur annar borgarstjórin, Elin Lindenskov, verið ólønt.

 

Men nú hevur samgongan í býráðnum samtykt, at teir báðir varaborgartstjórarnir skulu býta lønina ímillum sín.

 

Sostatt fer Jógvan Arge at missa helvtina av lønina, so at at hann hereftir fær einar 2.600 krónur í løn um mánaðin.

Samstundis kemur Elin Lindenskov nú eisini 2.600 krónur í løn um mánaðin sum 2. varaborgarstjóri.

 

Tá ið Heðin Mortensen borgarstjóri, legði málið fyri býráðið,  førdi hann fram, at ætlanin er at brúka varaborgarstjórarnar meiri enn higartil.

Serliga er ætlanin at brúka annan varaborgarstjóran meiri.

- Tað merkir, at tá ið tað berst borgarstjóranum frá í onkrum sambandi, kann hann eiga á fyrsta ella annan varaborgarstjóra um at vera í sínum stað.

 

Men tað ber ikki til at lata lønina til borgarstjóran fara upp um 10 prosent av lønini hjá borgarstjóranum.

Tí verður neyðugt, at teir báðir varaborgarstjórarnir býta lønina ímillum sín.

 

Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam, býráðslimir fyri Tjóðveldi, tóku undir við at annar varaborgarstjóri eisini fær løn.

Men tey duga ikki at síggja nakran samanhang í, at varaborgarstjórin skal arbeiða meir, samstundis sum at lønin fer niður í helvt.

 

Sjálvur hevur Jógvan Arge ongar serligar viðmerkingar.

Men hann sigur kortini í eini stuttari viðmerking, at hetta tykist sum ein hevndaratsókn.

Tað, hann sipar til, er, at Tjóðveldi hevur verið í samgongu í Tórshavnar Býráð, men fór úr samgonguni fyri kortum, og er nú í andstøðu.

Og Jógvan Arge sigur, at hetta kann tykjast sum ein hevndaratsókn fyri tað.

Men hann leggur afturat, at hann fer líka heilhugaður til verka í býráðnum fyri tað um hann hevur mist helvtina av lønini.

Tey, sum atkvøddu fyri at lækka lønina, vóru øll umboðini fyri samgonguna, men tey trý umboðini fyri Tjóðveldi atkvøddu ikki.

Sigrún Mohr úr Javnaðarflokkinum, var ikki á fundi og Jógvan Arge og Elin Lindenskov vóru ikki við í viðgerðini.