Tað er enn ikki avgjørt, um nakar heitur hylur til venjingar og endurvenjingar, verður á Landssjúkrahúsinium, hóast tað verður bygt um og bygt út fyri eina hálva milliard tilsamans.
Av teimum fer nýggi bygningurin upp á 11.000 fermetrar, sum sjøtul nú er settur á, at kosta slakar 250 milliónir.
Tað hevur ljóðað, at ætlanin er ikki at hava nakran heitan hyl á Landssjúkrshúsinum, hóast hann er eitt hent viðgerartilboð hjá heilt nógvum sjúklingum við gikt, heilabløðing, blóðproppi og øðrum.
Tí vildi Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, hava sín egna landsstýrismann, Karsten Hansen, at greiða frá, um hylur verður ella ikki. Karsten Hansen sigur í løgtinginum nú á miðdegi, at tá ið hann varð landstýrismaður í heilsumálum, lá ikki í kortunum, at heitur hylur skuldi vera á Landssjúkrahúsinum. Men hann vísir samstundis á, at projekteringin er ikki liðug enn og tískil er ikki gjørt av um hylurin verður ella ikki.
Men landsstýrismaðurin staðfestir, at tey flestu halda, at tað ljóðar ikki serliga hugaligt við eini venjingardeild við ongum hyli - og tað er hann sjálvur samdur í. - Nú fáa vit at síggja, hvar hendir, sigur Karsten Hansen.
Hann leggur afturat, at hann væntar at tað verður til tað, at hylur verður á Landssjúkrahúsinum - Venjing í heiltum hyli er balsam, sigur Karsten Hansen og sipar til royndirnar av tí heita hylinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. - So sjálvandi fara vit at hugsa tann vegin, at tey viðurskiftini verða fingin í rættlag og tað er púra sjálvsagt at tryg
Jenis av Rana heldur, at tað er syrgiligt at lesa og hoyra allar søgurnar um Heilsuverkið. Tað sær út sum at talan er um eina beinleiðis herferð ímóti heilsuverkinum, tí tað vísir seg, at einki hald er í teimum allarflestu søgunum, sigur Jenis av Rana.
|










