Í øldir livdu okkara forfedrar við arbeiðssemi, sparsemi, nøgdsemi, hjálpsemi, varsemi, einsemi, trúsemi. Týðani og neyðugir eginleikar í teirra strævna lívi á fjarskotnum klettum í Norðuratlantshavinum. Hesi mongu ”semi” gjørdist sjálv mønin, mergurin í okkara fedranna mentan.
Næstan alt broytist við tíðini – tó ikki viljin til at yvirliva, hann broytist ikki, hóast yvirliva ikki er at finna í orðabókini 1998 – soleiðis broytast eisini hesi nevndu eyðkenni hjá ættarliðunum undan okkara. Kanska í onkrum føri hvørva tey.
Í 1970-unum gjørdist tað so líðani sjónligt, at sparsemi, varsemi og nøgdsemi fóru at fara í søguna í tí líki, hesir eginleikar annars vóru eyðkendir fyri. Í 1980-unum var eingin ivi.
Úrslitið av hesum mentala forfalli varð, at í september 1992 koppaði tað føroyska samfelagið: landskassin og bankarnir og hundraðtals heim fóru á húsagang. Fólk í túsundatali flýggjaðu av landinum. Neyðug hjálp kom úr Danmark til tess at bjarga okkum úr hesari eyðmýkjandi støðu. Løgtingslógir í stórum tali vórðu avtiknar. Øll landskassans 4,6-milliardaskuld í fremmandum londum varð konverterað til ríkiskassalán. Landskassin fekk innspræning úr ríkiskassanum o.s.f.
Býtisliga hástór, kundu vit sammetast við konuna við eggunum hjá H. C. Andersen.
Landskassin, tað vil siga skattaborgarin, misti milliardir, uttan at vit fingu at vita, hvar hesar okkara milliardir endaðu. Hvar fóru tær allar? Tær vórðu valla fyribeindar.
Einki sakarmál uppstóð. Palleba og Marsanna stóðu sum kánus.
Ikki fyrr enn nú upp undir jól hevur onkur verið í lastini við lummalykt og funnið eitt lítið lík, sum skal hava snýtt í tolli fyri 20 árum síðani.
1. januar 1993, altso fyri 20 árum síðani, átti landskassin umframt milliardaupphædd hjá monnum og feløgum, sum hvarv, eisini 64 milliónir í ógoldnum tolli hjá handilsvirkjum! Mundi nakrar milliónir av hesari upphæddini eisini hvørva í lastini?
Kanska ger tíðindamaðurin aftur eitt rend í lastina við einari eitt sindur sterkari lykt – uttan tó at gera tað til ódámliga sensatión og mannajakstran í okkara almenna sjónvarpi.