Líkindini av teimum allarbestu

Sólin skínur av heiðum himni í Runavík, har NSÍ í dag fær vitjan av HB.

Fótbóltslíkindini eru av teimum allarbestu við Løkin í Runavík í dag, har NSÍ í fyrsta umfari av Effodeildini fær vitjan av HB.


Kavaruddari hevur í morgun verið í holt við kavan, sum legðist á vøllin í gjárkvøldið, men sólin hevur sæð í nærum allan morgun og allur kavin er nú bráðnaður.


Tað eru tvey hitastig við vøllin og so gott sum stilli. Sigast kann tískil ikki annað enn at fótbóltslíkindini eru av teimum allarbestu.


Tað verður Petur Reinert, sum leiðir dystin, ið byrjar kl.15.00. Rás2 sigur frá dystinum, eins og fylgjast kann við øllum dystunum beinleiðis her á in.fo.