22 fólk vóru í bátinum, harav 15 vórðu bjargað. Av teimum sjey, sum vórðu saknað eftir skipsbrotið, er ein persónur seinni funnin deyður.
BBC veit at siga, at bretski teknomilliarderurin, Mike Lynch og 18 ára gamla dóttir hansara, Hannah, er millum tey saknaðu.
Millum tey saknaðu er eisini banka-og tryggingarmaðurin, Jonathan Bloomer, sum var í álitisstarvi hjá stórbankanum, Morgan Stanley og tryggingarfelagnum, Hiscox.
Sagt verður, at kona Bloomer, Judy, eisini var umborð í seglbátinum, eins og kendi advokaturin, Chris Morvillo, er saknaður eftir skipsbrotið.
Chris Morvillo var samánari í viðurkenda advokatfelagnum, Clifford Chance í New York, og sambært BBC starvaðist hann eitt nú við málum um mutur.
- Hann var eisini við í kanningararbeiðnum í samband við yvirgangsálopini á World Trade Center, veit BBC at siga.
Seglbátavanlukkan hendi um 05-tíðina gjáramorgunin, og sagt verður, at líkið, sum er funnið, er av skipskokkinum.
Bayesian sigldi undir bretskum flaggi og flestu av teimum, sum við vóru, vóru bretar. Annars vóru fólk úr ymiskum londum við seglbátinum.
##med2##












