Likamligt ljóðføri

- So skjótt eg eri liðug í skúla­num, verður tað tón­leikurin, ið skal raðfest­ast ovast á listanum, sigur 24 ára gamla Petsi Tvørfoss, ið gongur á tónlistarskúla í Århus og er songkvinna í bólkinum Homeland, sum fyri stuttum var í Føroyum á konsertferð

Petsi Tvørfoss, ið er uppvaksin í Gøtu, byrjaði fyri fýra árum síðani á tónlistarskúla í Århus, har hon hevur sang og sangundir­vísing sum høvuðsfag. Hon verð­ur liðug næsta summar, og ætlar tá at geva tónleikinum alla sína tíð við bólkinum Homeland.

Skúlin fyrst

- Í løtuni er tað skúlin, ið tekur mestsum alla mína tíð. So inntil eg eri liðug í skúlanum, royna vit við bara at fáa ting at henda við Homeland. M.a at fáa ein størri lurtaraskarða og spæla eina rúgvu, leggur Petsi út við at greiða frá.

- Vit hava spælt ymsastaðni her í Århus seinastu tíðina. T.d á Musikcaféini og Gyngen her í miðbýnum. Í Voxhall, Musik­huset, einari kirkju og á einum minifestivali sunnanfyri Århus.

- Vit hugsa nógv um at taka fløgu upp og geva út. Men fyrst og fremst skulu vit fáa tónleikin ordiliga uppá pláss. Gera ordilig arrangement av løgunum osfr. Men hetta kann ikki henda bara soleiðis. Tað krevur tíð og orku ígjøgnum eitt longri tíðarskeið, og tískil verður eingin fløga útgivin fyrr enn í øllum førum til jólini næsta ár.

Spennandi læra til stórt netverk

- Eg gangi á einum áhugaverdum skúla við spennandi lærugrein­um. Míni høvuðsfag eru sangur og sangundirvísing. Tað, sum eg læri, er ógvuliga frítt og fjøl­broytt. Millum annað inniber læran at seta egnan dám á tøku­løg; at fáa sína egnu persónlig­heit fram, sigur hon.

- Sjálvandi er okkurt, sum ikki er so spennandi, men sum ein bara skal ígjøgnum. Grundleggj­andi lærugreinar so sum teori, hoyrilæra, tónleikasøga osfr. Men tað er bara tey fyrstu trý árini. Fjóðra og fimta árið verður brúkt meira til at fáa sær serkunnleika í sangpedagogikki; í hvussu tú brúkar likamið sum eitt ljóðføri; at læra frá tær á ymsum støði alt eftir alduri og førimuni hjá tínum næmingi. Hesar lærugreinarnar eru ótrúliga spennandi.

- Tað besta við skúlanum er, at tú møtir nógvum fólki. Tú uppbyggir eitt stórt netverk og lærir nógv fólk, sum eru í sama umhvørvi sum tú, at kenna. Tú fært samband við onnur, ið eru áhuga í tí, sum tú gert, og sum kunnu hjálpa tær við m.a book­ing og upptøku. Hetta kann gerast ein stórur fyrimunur, tá tú skalt víðari at arbeiða við tónleikinum.

Kjarni við ymsum bakgrundum

Bólkurin Homeland byrjaði í 2006, tá Petsi møtti vinkonuni Sofiu Hejslet í skúlanum.

- Vit komu at kennast og funnu skjótt útav, at vit høvdu ymiskt til felags. Tað endaði við, at vit fóru at skriva sangir saman, og hetta gjørdist byrjanin til Home­land. Tá vit høvdu samlað nakrar tónleikarar afturat, kom ordilig ferð á bólkin, og vit fóru at venja nógv og spæla konsertir.

- Ljóðið og lagskrivingin hjá mær og Sofiu er ógvuliga blandað. Eg havi eina klassiska meira traditionella bakgrund úr Føroyum og Gøtu, meðan Sofia hevur eina rútmiska í stíl við Stevie Wonder. Vit leggja okkum tí ikki upp at nøkrum ávísum stíli, men royna heldur at seta okkara bakgrundir saman fyri at vita, hvat kann koma burturúr. Og vanligt er tað rættiliga ymiskt, hvat úrslitið er. Onkuntíð rútmiskt soul og onkuntíð pent og friðarligt singer/songwriter, greiðir hon frá.

Góð móttøka í Føroyum

Homeland vóru á konsertferð í Føroyum fyri góðum mánaði síðani. Tey høvdu tríggjar fram­førslur kring landið. Í Norður­landahúsinum, Losjuni í Gøtu og Atlantis í Klaksvík.

- Tað gekk simpulthen so væl at spæla í Føroyum. Í Klingruni í Norðurlandahúsinum var næstan fult við uml 170 áhoyrararum. Tað var eitt stórt upplivilsi, at so nógv vóru har og tóku so væl ímóti okkum.

- Í Gøtu var øgiliga hugnaligt at spæla. Eg eri jú sjálv upp­vaksin har, so tað var stuttligt at síggja øll aftur. Tey løgdu eisini væl at og tóktust vera glað fyri, at vit spældu har.

- Í Atlantis gekk eisini fínt. Tað er eitt lekkurt spælistað, ið tey hava har. Uml 50 fólk møttu upp, sum eg fekk at vita var rættiliga nógv í mun til seinast, konsert var har, og tvey fólk møttu upp, sigur Petsi við einum smílandi tóna í røddini.

Kaffi og kaka á hvørjum borði

- Tað var so deiligt at vera heima við bólkinum hjá mær. Sofia og tónleikararnir tosa enn um, hvussu fantastiskt tað var. Tey vóru púra vekk í øllum; í fólki og náttúru, gestablídni og landslagi. Serliga hugtakið »kaffimunn« hildu tey vera stuttligt og sjarmerandi, tí ónsæð hvar mann fór, so kom kaffimuður og kaka á borðið.

- Vit vilja ordiliga fegin koma aftur til Føroyar at spæla, og tað ætla vit eisini. Spurningurin er bara, nær tað skal vera. Sum nú er, er skúlin ovast á listanum. Hvat kemur aftaná, veit eg ikki heilt enn. Eg veit bara, at eg ætli mær at stevna ímóti einari ordiligari yrkisleið í tónleikinum. Og at gera tað allan vegin ígjøgnum, sigur Petsi avgjørd.