Ikki síðani kreppuárini fyrst í 90'unum, er so lítið av feskum fiski avreitt í Føroyum. Hesum boðar Hagstovan frá.
Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið hevur verið støðugt fallandi seinastu nógvu árini. Góð fiskiár vóru árini 2003-2007. Í miðal var nøgdin tilsamans góð 130 túsund tons árini 2003-2007. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið niðan fyri 100 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd einans 68 túsund tons. Leitast skal aftur til kreppuárini fyrst í 1990'unum fyri at finna samanberandi tøl.
Avreiðingarvirðið er eisini nógv fallið seinastu árini. Úr 1,2 milliardum í 2006-07 niður í góðar 660 milliónir í fjør. Við tí var virðið í fjør áleið til helvtar av virðinum árini 2000-2003 tá avreiðingarvirðið var omanfyri 1,2 milliardir kr.
Meðan toska- og hýsunøgdin hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin roynst betri. Men seinastu 4 árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi, niður í 22 túsund tons í fjør. Til samanberingar vóru í miðal árini 2005-2010 góð 53 túsund tons av upsa avreidd.
Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu 8 árini - í miðal um 10 túsund tons. Tey smáu 10.000 tonsini, sum vórðu avreidd í fjør, er lítið samanborið við árini 1996 til 2005 - tá varð avreitt tvífalt og trífalt meir av toski enn tað, vit hava sæð seinastu árini.
Hýsunøgdin í 2014 varð tann sama sum í 2013, og er enn lág. Í fjør vórðu bert avreidd góð 3.000 tons, samanborið við um 20.000 tons í miðal árini 2001-2007.
Í 2002 var avreidda nøgdin á longu góð 2.000 tons – í fjør var hon oman fyri 6.000 tons. Nøgdin á brosmu vaks eisini árini 2003 til 2010 frá góðum 2.000 túsund tonsum til smá 5.000 tons. Men so fall nøgdin á brosmu nógv í 2013 og 2014 - heilt niður á botnstøðið fyri góðum tíggju árum síðani.
Gulllaksurin hevur eisini fingið størri týdning seinnu árini. Árini 2000 – 2005 í miðal 5 túsund tons upp í 20 túsund tons árini 2008-2011 fyri síðani at fella nakað aftur. Av samlaða avreiðingarvirðinum á 661 milliónum í 2014 var parturin hjá hesum trimum fiskasløgum tilsamans 144 milliónir, sum er áleið tað sama sum virðið á øllum toskinum.