Lights In The Dusk er enska navnið á seinasta filminum hjá geniala finska kultleikstrjóranum Aki Kaurismäki. Tey flestu kenna han kanska frá filmum sum Leningrad Cowboys Go America. Seinasti filmurin hjá honum var Maðurin uttan fortíð og hann vann nógvar virðislønir. Hesin stóri finski leikstjórin, hevur í 26 ár staði fyri nøkrum heilt serligum. Tað er finskt, melankolskt og tragikomiskt. Hann telist millum autørar sum Bergmann og Tarkovskij. Hetta er tó ikki tann besti filmurin hjá honum.
4 stjørnur av 6