Liggur við tekniskum breki

Strandferðslan vónar, at tað ikki tekur so langa tíð at fáa alt í rættlag

Myndin er frá Strandferðsluni

Strandfaraskipið, Sam, er farin á beding og sostatt var Erla Kongsdóttir sett í siglingina upp á Kalsoynna. Men nú hevur eisini Erla Kongsdóttir fingið tekniskar trupulleikar og tískil var neyðugt at taka hana úr sigling.

 

Ístaðin er Tjørnunes settur at røkja kalsoyarsiglingina. Erla Kongsdóttir liggur nú í Klaksvík, har brekið verður umvælt.

 

Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at trupulleikin er í battaríunum, tí tey løða ikki og tað brekið skal umvælast. Alt varð annars gjøgnumgingið í farnu viku uppundir at hon skuldi setast í sigling og tað riggaði alt, sum tað skuldi, men í gjárkvøldið tóku trupulleikar seg kortini upp.

 

Hann sigur, at vónin er, at tet klára at umvæla brekið nú fyrrapartin so at Erla Kongsdóttir kann verða sett í sigling nú seinnapartin – men beint nú í skrivandi løtu er tað óvist.  

 

Myndin er frá Strandferðsluni