Samráðingar
Seinastu dagarnar hava samráðingarnar ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið ligið mestsum í dvala.
Men tað er ikki tí at ósemja skilir partarnar.
Orsøkin er, at Fíggarmálaráðið hevur so nógvar sáttmálar at samráðast um, at tað gongur nokk so seint.
Og í løtuni skal Fíggjarmálaráðið eisini undir seming við Pedagogfelagið og tí eru samráðingarnar við Starvsmannafelagið parkeraðar til tað er avklárað.
- Fíggjarmálaráðið hevur ikki orku at samráðast við allar partar og tí dregur út.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hann er misngdur við, at almenni myndugleikin røkir ikki sína uppgávu til fulnar, tá ið lønardeildin er so illa mannað, at hon ikki hevur frægari umstøður at samráðast.
Annars vil formaðurin í Starvsmannafelagnum ikki siga so nógv um samráðingarnar.
Men uppleggið er umfatandi við tað, at lagt verður upp til, at sáttmálin skal ganga yvir fleiri ár enn tey vanligu tvey árini og tað tekur sína tíð at gjøgnumganga møguleikarnar.
Og í løtuni eru tey mitt í samráðingunum og enn er als ikki komið har til, at tað ber til at siga nakað um, hvønn veg tað ber.
Annars hevur Fìggjarmálaráðið boðað frá, at tað tekur undir við at sáttmálaskeiðið verður longri og ráðið er eisini sinnað at tosa um eina lønarhækking.
Hinvegin vil Starvsmannafelagið eisini broytingar í arbeiðsvikuni.
Í Løtuni er arbeiðsvikan 39 tímar, men tá ið mattíðurnar eru tiknar frá, er effektiva arbeiðstíðin 36,5 tímar.
Nú vil Starvsmannafelagið hava mattíðurnar tiknar burturúr, so at partarnir bara fevnir um effektivu tíðina.
Annars vil Gunnlevur Dalsgarð onki siga um lønarkrøvini enn