Tey flestu eru ivaleyst samd um, at hesin Peugeot 908 RC sær út av nøkrum. Sannleikin er, at hann bæði sær út av nøkrum og er nakað. Við V12 motori við 700 hk upp á tvørs, framman fyri bakaksulin, og automatiseraðum 6-trins girkassa, hevur bilinum eina toppferð upp á yvir 300 km/t. Bilurin hevur 20 hjól framman og 21 aftan.
Peugeot eru kendir fyri sítt logo við eini leyvu í, og designið skal minna um eina liggjandi leyvu.
Designið hava Peugeot sjálvir staðið fyri. Forrúturin er sera stórur og gongur langt aftur á takið fyri at geva føraranum gott útsýni. Í kabinuni er alt leður, træpanelir og polerað aluminium. Ivasamt er um júst hesin bilurin verður framleiddur. Hann er mest gjørdur fyri at vísa, hvussu vit kunnu vænta, at Peugeot bilarnir koma at síggja út í framtíðini.










