Liggjandi høgætt í eina viku

Nú er av álvara kuldi í luftini, og sum skilst á norsku veðurstøðini – yr.no – verður bæði kuldi og høgætt ta komandi vikuna.

Restina av hesum degnum fer hitin at liggja millum frostmarkið og +2 stig, men mikudagin verða aftur froststig.

Í yvirlitinum teir komandi dagarnar sæst, at hann verður útnyrðingur og norðan í ættini heil fram til týsdagin – við kavaælum.

Hitin verður kortini upp í fimm stig leygardagin, men tað verður fyrst mikudagin at hann støkkur vesturum og tað fer at regna.