Seinastu tvær vikurnar hava vit havt rættiligt summarveður her á landi. Samstundis regnar í Danmark, skíðveður er í Noregi og nógv avfall er á øðrum støðum kring heimin.
Einki bendir kortini á, at góða føroyska summarveðrið er liðugt við tað fyrsta.
Um vikuskiftið boðar veðurmaðurin frá turrveðri og sól, við møguleika fyri onkrum mjørkaflókum.
Í næstu viku verður landnyrðingurin liggjandi, og heldur veðrið fram á sama hátt.
- Væntast kann mjørki og regn av og á, sigur Petur