Eftir at politiski myndugleikin ár eftir ár hevur ignorerað ávaringarljósini frá serfrøðini innan fiskivinnuna, verður nú loksins rópt varskóð. Tíverri við so miklari megi, at vandi nú er fyri tilverugrundarlagnum hjá parti av flotanum.
Men hóast neyðarrópini nú eru stór, so er hetta ikki annað enn logiskt úrslit av teirri viðgerð, sum tilmælini frá serkunnleikanum hava fingið í drúgt áramál. Líka síðani fiskastovnarnir aftur fóru at mennast, hava ávísir politikarar støðugt verið betri-vitandi um, hvat fiskastovnar kunnu bera av veiðitrýsti. Og hóast tilmælini um niðurskurð hava verið bæði greið og kraftig, so hava somu niðurskurðir verið minimalir.
Fiskidagaskipanin er í mangar mátar ein sera góð skipan. Men tá veiðiflotin støðugt verður meira og meira effektivur, so setir hendan nógv størri krøv til politiskt støðufesti og handalag, enn ein vanlig kvotaskipan ger. Við fiskidøgum sum einasta stýringsamboð er alneyðugt, at effektiviseringin støðugt verður tikin við í metinunum, tí eitt óbroytt dagatal ber av sær sjálvum eitt størri veiðitrýst við sær. Í eini kvotaskipan er ein »lat standa til« støða í besta føri óheppin. Við fiskidøgum er hon beinleiðis skaðilig, og hetta rinda vit í dag prísin fyri.
Tíbetur hava vit í dag ein vinnustruktur, sum munandi betri loftar teimum konjuktur-sveiggjum, sum heilt víst fara at koma, nú toskafiskiskapurin eftir øllum at døma minkar í mest sum einki. Men eins og kreppan var tað á sinni, so tykist hetta enn eina ferð vera ein dýrt keyptur politiskur lærupeningi. Ein lærupeningi, sum staðfestir, at tað ber ikki til at ignorera serfrøðina í tað óendaliga í berum atkvøðufiskaríi.