Liggja stavn um stavn

Sum skilst, hava partrolararnir í Hvalba, Hamranes og Breiðanes, gjørt eitt óføra gott ár í fjør við at kalla eins stórum veiðivirði, sum Vestmenningur og Fram. Herfyri hevði Portalurin samrøðu við Tummas Christophersen, reiðara á Vestmenningi og Fram.

Reiðarin visti at siga, at hesi bæði skipini í farna ári hava fiskað fyri einar 43 miljónir krónur.

- Eg veit, at vit liggja væl fyri í veiðivirði, men eg veit eisini, at eitt nú partrolaraparið í Hvalba, Hamranes og Breiðanes, eisini liggja væl. Havi eisini skilt, at Polarhav og Stjørnan hava gjørt eitt gott ár, segði reiðarin.

Portalurin kann ikki endaliga staðfesta, hvat par hevði størsta veiðivirði í farna ári, men vit hava fingið upplýst, at teir, sum eiga Hamranes og Breiðanes, siga, at veiðivirðið hjá skipunum eisini liggur um 43 miljónir krónur.

Hinvegin hevur Portalurin skilt, at veiðivirðið hjá Polarhavi og Stjørnuni liggur um 41 miljónir krónur.

Um hesi tøl, sum vit hava fingið upplýst, eru røtt, liggja vestmannatrolararnir og hvalbiartrolararnir stavn um stavn í veiðivirði í farna ári.