Nú verður bíligari at keypa luktilsi í Føroyum.
Tað hendir nú, tí 1. Juli kemur lógin í gildi, har Løgtingið samtykti at strika avgjaldið á luktilsi, sum verður innflutt.
Hetta varð gjørt fyri at stimbra søluna av luktilsi í Føroyum, tí sum støðan er nú, er tað so dýrt at keypa luktilsi í Føroyum, at føroyingar keypa ein stóran part av sínum luktilsi uttanlands. Tað heldur Løgtingið er kappingaravlagandi, og fyri at flyta søluna heimaftur, varð samtykt at strika avgjaldið, so at tað verður bíligari.
Men nú vil Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hava at vita frá Jørgen Niclasen, hvat hann ætlar at gera við tað, at fleiri handlar hava eina goymslu luktilsi, sum teir longu hava innflutt, og sum verður dýrari at selja eftir 1. juli, tá ið avgjaldið verður strikað.
Janus Rein vil tí hava at vita um Jørgen Niclasen ætlar at strika avgjaldið á tí luktilsinum eisini, so at teir handlarnir ikki fara at liggja innibrendir við tí.
Hann vísir á, at tá ið avgjaldið á sjónvørp, dvd spælarar, komfýrar, og onnur húsarhaldstólk, varð strikað, kom hetta eisini at umfata vørur, sum longu vóru á goymslu.