Tað eru nógv virki kring landið, sum liggja innibrend við nógvari vøru, sum annars skuldi verið seld av landinum.
Hagstovan sigur í eini nýggjari uppgerð, at í mars í ár útfluttu føroyingar vørur fyri 646 milliónir krónur, og tað eru heilar 103 millión minni enn vit útfluttu fyri í mars í fjør.
Og Hagstovan leggur afturat, verður hugt eftir útflutninginum av fiskavørum burturav, er hann 50 milliónir minni, ella átta prosent minni í mars í ár enn í fjør
Hagstovan sigur, at enn ber ikki til at siga, hvussu stóran part av minkingini, korona hevur skyldina av, tí vit skulu helt hava tøl fyri apríl eisini, áðrenn vit síggja hvussu stórar avleiðingar tað hevur havt, at næstan øll heimsins lond, meiri ella minni, hava stongt markið til umheimin.
Kina var tað landið, sum fyrst føldi avleiðingarnar av korona og har vórðu tiltøk sett í verk longu tíðliga í ár.
Hyggja vit at útflutninginum fyri fyrsta ársfjóring í ár, er tað týðiligt, at útflutningurin til Kina er minkaður munandi hetta tíðarskeiði.
Í hesum sambandi er útflutningurin til kina heili 65 prosent minni í fyrsta ársfjórðingi í ár enn hann var í fyrsta ársfjórðingi í fjør.
Hinvegin er útflutningurin til USA og Bretland áleið tann sami.
Í evropa vóru tiltøk ikki sett í verk fyrr enn í mars mánað, og tí er væntandi, at tá ið tølini fyri apríl koma, fæst eitt betur yvirlit yvir, hvør avleiðingiin hevur verði.
Frakland og Italia hava verði millum tey harðast raktu londini og her er útflutningurin minkaður, men tað er hann ikki til Spania sum eisini hevur verði hart rakt.
Tilsamans útfluttu vit fiskavørur fyri 2,140 milliardir í fyrsta ársfjórðingi í ár og tað eru 164 milliónir minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.