Fyrrverandi demokratiska varaforsetavalevnið Joseph Lieberman er valdur aftur í Senatið, sjálvt um demokratarnir í Connecticut vrakaðu hann sum valevni. Lieberman valdi at stilla upp uttanflokka, og tað eydnaðist honum at fáa 49 prosent av atkvøðunum, meðan oddavalevnið hjá demokratunum, Ned Lamont, fekk 40 prosent. Joseph Lieberman hevur ligið í stríði við sínar floksfelagar, tí hann hevur stuðlað kríggið í Irak. Hann hevur kortini sagt, at í Senatinum fer hann at virka sum demokratiskur senatorur.