– Smíðingin er komin nógv áleiðis, málarar og múrarar eru í sving við sítt, og skjótt verður gólv lagt á. Til smíðingina kann nevnast, at alt, sum eitur tak og útveggir, varð gjørt í elementhøllini hjá Articon á Sundi, skrivar Articon.
Úti fer eisini at líkjast. Terassur og hálvtøk taka skap, sáast kann skjótt uttanum, og viðrar, verður asfalt lagt á tún og gøtur longu nú fyri jól.
Fyrsta flag til verkætlanina varð loyst á sumri í fjør. Arbeiðið er boðið út í stór arbeiðstøku, har av Articon hevur havt tvær arbeiðstøkur. Í tí einu arbeiðstøkuni stóðu vit fyri jørð- og kloakkarbeiðinum, og í hini arbeiðstøkuni hava vit staðið fyri betong-, lendis-, timbur-, gólv-, málara- og múraraarbeiðinum.
##med2##
##med3##
Undirveitarar hjá Articon eru:
Hjálpirót
Byggitrygd
Múrskeiðin
BMT Tagdækning
Gólvfix v/ Sigurd Hentze
Málarameistarin Signar á Fríðufløtum