Liðugt: Saaremaa vann mansfinaluna

OYL 15: Her ber til at fylgja flogbóltsfinaluni hjá monnum beinleiðis

Flogbóltsmenninir spæla í hesi løtu móti Saaremaa í flogbóltsfinaluni á oyggjaleikunum.

Somu lið spældu fyri tveimum døgum síðani, tá Saaremaa vann 3-0. Saaremaa er tí ein greiður favorittur, men hava okkara ein góðan dag, hava okkara sjálvsagt ein møguleika.

 

In.fo fylgir flogbóltsfinaluni beinleiðis. Vit uppdatera so leypandi niðanfyri her:

 

Føroyar-Saaremaa 0-3

Sett úrslit:

1 sett: 21-25

2 sett: 16-25

3 sett: 22-25

 

3 sett:

Talan gjørdist um finalusigur til favorittarnar úr Saaremaa. Saaremaa vann triðja sett við sett úrslitinum 25-22.

Føroysku menninir vóru annars á odda 18-14 eitt skifti, men tá samanumkom, koppaði tað til Saaremaa.

Føroyar hevur tí vunnið silvur í mansflogbólti.

 

Triðja sett (Føroyar-Saaremaa) 0-3, Saaremaa vann triðja sett 25-22

 

2 sett:

Tað líkist einum finalusigri til Saaremaa. Menninir frá Saaremaa vunnu eisini annað settið. Avrikið í øðrum settið var meira sannførandi enn í fyrsta, tí Saaremaa vann heili 25-16.

Um føroysku leikararnir skulu vinna gull á oyggjaleikum, skal eitt undur henda.

 

 

Annað sett (Føroyar-Saaremaa) 0-2, Saaremaa vann annað sett 25-16

 

1 sett:

Favorittarnir frá Saaremaa hava júst vunnið fyrsta settið. Saaremaa vann settið við úrslitinum 25-21.

Føroysku menninir vóru væl við gjøgnum alt settið, men tá samanumkom, hevði Saaremaa munin.

 

 

Fyrsta sett (Føroyar-Saaremaa) 0-1, Saaremaa vann fyrsta sett 25-21

 

 

Leikararnir á tí føroyska manslandsliðnum eru hesir:

Thorvald Danielsen, Aalborg HIK

Bjarki Enni, Amager VK

Trygvi Hansen, ÍF

Rói Hentze, Fleyr

Bárður Jacobsen, ÍF

Bjarni Larsen, BK Tromsø

Bogi Midjord, Amager VK

Bergur Olsen, Fleyr

Steffan Rosenlund Olsen, Mjølnir

Suni Juul Pedersen, Fleyr

Rasmus Mortensen Potts, Fleyr

Brian Poulsen, ÍF

 

Venjarar á manslandsliðnum eru Bárður Bendix Mikkelsen og Ragnar í Haralsstovu