Svimjararnir eru fyri løtu síðani lidnir at svimja tann seinasta dagin til oyggjaleikirnar. Síðsti dagurin hjá okkara svimjarum bjóðaði uppá 8 heiðursmerki. 2 gull sum Pál Joensen vann, 2 silvur og 4 bronsu heiðursmerki.
Samanlagt eiga Føroyar teir bestu svimjararnar á oyggjaleikunum, tí Føroyar vann flest heiðursmerki av øllum í svimjingini. Samanlagt 35 heiðursmerki fyri teir fýra dagarnar - 10 gull, 10 silvur og 15 bronsu - bleiv tað til hjá føroysku svimjarunum.
In.fo fylgir svimjingini, sum byrjar klokkan 18:00, beinleiðis niðanfyri her:
4x100 frí hjá monnum stafett:
Føroysku menninir hava júst nú svomið stafett í 4x100 frí hjá monnum. Okkara menn endaðu á triðja plássið við tíðini 3:26.31, sum er nýtt føroyskt met í 4x100 frí.
Teir fýra sum svumu fyri Føroyar vóru Eyðbjørn Joensen, Pál Joensen, Rólant Toftum og Óli Mortensen.
4x100 blandað hjá kvinnum stafett:
Føroysku genturnar hava júst nú svomið 4x100 blandaða stafett hjá kvinnum. Vit vunnu silvur, meðan Isle of Man vann gull.
Tær fýra kvinnurnar, Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Astrið Foldarskarð og Sára Nysted settu við tíðini 4:19.41 nýtt føroyskt landsliðsmet.
200 metrar bringa menn:
Pál Joensen hevur enn einaferð svomið framúr væl. Á 200 metrar bringu teininum, var Pál Joensen fremst við tíðini 2:14.82. Tíðin er samstundis eisini bæði nýtt føroyskt og nýtt oyggjaleikamet. Hin føroyingurin í kappingini, Bartal Hestoy, endaði á fjórða plássið við tíðini 2:20.02.
50 metrar rygg kvinnur:
Tað bleiv ikki til nakað heiðursmerki til okkara kvinnur í 50 metrar rygg teininum. Signhild Joensen endaði á einum sætta plássið, meðan Astrið Foldarskarð endaði á einum áttanda plássið.
50 metrar frí menn:
Eyðbjørn Joensen og Rólant Toftum hava akkurát nú svomið 50 metrar frí hjá monnum. Eyðbjørn Joensen endaði á triðja plássið og vann bronsu við tíðini 23:62.
100 metrar frí kvinnur:
Sára Nysted hevur júst svomið 100 metrar frí hjá kvinnum, har hon endaði á einum triðja plássið og vann bronsu. Sára hevði tíðina 57:95, sum eisini er persónligt met hjá Sáru Nysted.
200 metrar firvald kvinnur:
Jonna Thomsen hevur sett nýtt føroyskt met á 200 metrar firvald teininum hjá kvinnum. Jonna Thomsen hevði tíðina 2:18.67, og endaði á einum triðja plássið. Sostatt vann Jonna Thomsen bronsu heiðursmerki
400 metrar frí menn:
Pál Joensen og Óli Mortensen hava júst svomið 400 metrar frí hjá monnum. Og vit hava enn einaferð vunnið heiðursmerki. Pál Joensen endaði sum nummar 1 við tíðini 3:53.37, meðan Óli Mortensen vann silvur við tíðini 3:54.65.
100 metrar blandað kvinnur:
Tað bleiv ikki til nakað heiðursmerki hjá okkara kvinnur í fyrstu kappingini. Sára Nysted endaði á einum fimta plássið, meðan Ásbjørg Hjelm endaði á áttanda plássið í 100 metrar blandað kappingini fyri kvinnur.
Heiðursmerki higartil: 8
Gull 2: Pál Joensen 400 metrar frí, Pál Joensen 100 metrar bringu,
Silvur 2: Óli Mortensen 400 metrar frí, Kvinnur 4x100 blandað stafett,
Bronsu 4: Jonna Thomsen 200 metrar firvald, Sára Nysted 100 metrar frí, Eyðbjørn Joensen 50 metrar frí, Menn 4x100 frí stafett










