Víkingur hevur í kvøld vunnið sín næsta sigur í Effo-deildini í ár. Tað gjørdu teir við at vinna ein sannførandi 3-0 sigur á grannunum úr NSÍ.
Tað var eisini Víkingur, ið byrjaði dystin betri. Serliga fyrsta hálva tíman koyrdi spælið hjá heimaliðnum væl og aftaná 28 minuttir, legði Víkinga áleyparin Finnur Justinussen Víking á odda 1-0.
Aftaná tað gjørdi NSÍ venjarin eina broyting. Hann valdi at taka Andy Olsen av vøllinum, hóast Andy ikki hevði nakran skaða at dragast við.
NSÍ kom eisini betri við í dystin aftaná broytingina og báðu megin hálvleikin var NSÍ nær við at javna.
Tað var tó Víkingur, ið økti um munin tá 63 minuttir vóru leiktir. Aftur var tað málrevurin Finnur Justinussen, ið gjørdi um seg.
Finnur Justinussen fekk eisini staðfest sigurin tá 78 minuttir vóru leiktir, tá hann skoraði sítt triðja mál í dystinum og samstundis eisini hattrick.
Víkingur hevur við sigrinum í kvøld melda seg við aftur í kappingina um Effo-deildina. Teir hava nú 10 stig aftaná 8 umfør. NSÍ er eitt vet frammanfyri Víking, tí teir hava 11 stig í sínum fyrsta 8 dystum.
90 minuttir LIÐUGT : Víkingur hevur í kvøld vunnið týdningarmiklan sigur í grannauppgerðini móti NSÍ. Stóri leikarin á Víkinga liðnum í kvøld var Finnur Justinussen, ið skoraði øll trý málini hjá heimaliðnum.
89 minuttir : Víkingur ger aftur eina broyting. Magnus Jarnskor kemur á vøllin fyri Heðin Hansen.
87 minuttir : Bæði liðini hava gjørt hvør sína broyting. Meinhard Olsen er komin inn á NSÍ liðið, meðan Gunnar Vatnhamar hevur avloyst stórabeiggjan Sølva Vatnhamar fyri Víking.
86 minuttir : NSÍ var nær við at minka um munin. Men Víkinga málverjin Geza Turi fekk vart fyri.
MÁÁL 3-0, Finnur Justinussen 78 minuttir : Dagsins leikari á Víkinga liðnum hevur aftur gjørt um seg. Fyri triðju ferð í dag hevur málrevurin Finnur Justinussen skotið mál. Nú er støðan 3-0 til Víking
73 minuttir : NSÍ hevur misnýtt risamøguleika. Tað var verjuleikarin Per Langgaard, ið stóð leysur eftir hornaspark. Størsti møguleikin í dystinum higartil.
68 minuttir : Haraldur R. Højgaard hevur misnýtt risamøguleika eftir hornaspark. Haraldur hevði eisini ein stóran møguleika í fyrra hálvleiki, men sambært viðmerkjaranum á Rás 2, Ólavi Larsen, var hesin møguleikin størri, hóast Haraldur var meira trýstur hesuferð.
65 minuttir : NSÍ hevur gjørt sína næstu broyting í dystinum. Per Langgaard er komin inn í NSÍ verjuna fyri Monrad H. Jacobsen. Broytingin hevur við sær, at Einar Hansen verður fluttur úr miðverjuna, út á vinstra bakk. Per Langgaard fer inn í miðverjuna saman við Jens Joensen.
MÁÁL 2-0, Finnur Justinussen 63 minuttir : Víkingur hevur økt um munin og aftur er tað málrevurin Finnur Justinussen, ið ger um seg. Málið kom eftir eitt vælspælt skjótálop, har teir í fleiri atløgum vóru nær við at fáa mál.
60 minuttir : Tað gongur skjótt hvønn vegin í Sarpugerði. Magnus Olsen kom fram til góða støðu, men Geza Turi vardi fyri.
58 minuttir : Víkingur hevur havt størsta møguleikan í dystinum. NSÍ verjuleikarin Jens Joensen fekk bjarga á málstrikuni.
56 minuttir : Víkingur ger sína fyrstu broyting. Hans Jørgen Djurhuus kemur á vøllin fyri Sámal Jákup Joensen. Hans Jørgen kemur mitt inn á miðvøllin og tað hevur við sær, at Sølvi Vatnhamar verður fluttur út í høgru síðu.
53 minuttir : NSÍ er komið væl betur út til seinna hálvleik, enn teir gjørdu til fyrra hálvleik. Teir hava trýst Víking tí fyrstu løtuna og dysturin er munandi meira javnur nú.
45 min hálvleikur: Í tráð við leikgongdina, er tað Víkingur, ið er á odda 1-0. Málrevurin Finnur Justinussen hevur skotið einsamalla málið í dystinum. Tað var eisini einvegis ferðsla á NSÍ málið fyrsta hálva tíman, men síðani NSÌ gjørdi eina taktiska broyting, er útiliðið komið væl betri við í dystin.
39 minuttir : NSÍ hevur broytt skipan. Haraldur Højgaard er fluttur fram í NSÌ álopi saman við Klæmint Olsen, meðan Jann Martin Mortensen er fluttur út í høgru síðu. Sjúrður Jacobsen og Magnus Olsen spæla mitt á miðvøllinum hjá NSÍ, meðan Árni Fredriksberg framvegis spælir í vinstra borðið.
34 minuttir : NSÍ hevur havt sín størsta møguleika í dystinum. Haraldur R. Højgaard slapp at standa leysur uttanfyri brotssteigin hjá Víkingi, men rakti við síðurnar av málinum.
30 minuttir : NSÍ venjarin er ikki nøgdur við gongdina í dystinum. Andy Olsen, ið annars ikki er skaddur, er tikin av vøllinum og inn ístaðin er komin NSÌ veteranurin, Sjúrður Jacobsen.
MÁÁL 1-0, Finnur Justinussen 28 minuttir : Súni Olsen slapp ígjøgnum úr vinstru síðu og legði bóltin í høvdið hjá Finni Justinussen, ið takkaði fyri álitið og legði Víking á odda 1-0.
25 minuttir: Víkingur hevur havt størsta møguleikan í dystinum. Atli Gregersen var nær við at fáa bóltin í málið, eftir hornasparksinnlegg frá Súna Olsen.
15 minuttir : Tað er framvegis Vìkingur, ið er meira á bóltinum. NSÍ verjan hevur gjørt onkrar villur.
7 minuttir : Tað er Víkingur sum er meira á bóltinum. NSÍ dúvar meira uppá skjótálop.
Soleiðis byrja liðini:
Víkingur 4-4-2:
Geza Turi - Bárður Hansen - Atli Gregersen - Erling Jacobsen - Hanus Jacobsen - Súni Olsen - Sølvi Vatnhamar - Sámal Jákup Joensen - Heðin Hansen - Filip Djordjevic - Finnur Justinussen
Á bonkinum hjá Víkingi sita : Magnus Jarnskor - Hans Jørgen Djurhuus - Gunnar Vatnhamar - Ingi Sørensen - Elias Rasmussen
NSÍ 4-4-1-1:
Andras Gango - Jónhard Fredriksberg - Jens Joensen - Einar Hansen - Monrad H. Jacobsen - Andy Olsen - Magnus Olsen - Haraldur R. Højgaard - Árni Fredriksberg - Jann Martin Mortensen - Klæmint Olsen.
Á bonkinum hjá NSÍ sita : Karstin Hansen - Sjúrður Jacobsen - Debes Danielsen - Meinhard Olsen - Per Langgaard