00:08 LIÐUGT
Tað er serliga tey trý niðastu liðini, ið hava styrkt seg í summarsteðginum. Av teimum trimum er tað B68, ið hevur fingið flest leikarar inn í summarsteðginum. Árstalsfelagið av Toftum hevur styrkt seg við heili 5 leikarum. AB og Skála hava fingið tríggjar leikarar afturat í hópin í part. Pauli Poulsen, venjari hjá Skála, váttar nú fyri in.fo at sáttmáli er gjørdur við framrættaða miðvallaran Høgna Midjord fyri seinnu hálvu.
Afturat teimum hava eisini bæði B36 og ÍF fingið tríggjar nýggjar leikarar afturat hópinum í summarsteðginum.
Tað er ilt at meta um, hvat av liðunum, ið hevur styrkt seg mest í summar, men greitt er, at vit fáa eina framhaldandi góða og javna kapping í seinnu hálvu.
23:38
Pauli Poulsen, venjari hjá Skála, fær ikki enn vátta at Høgni Midjord fer at spæla við Skála í seinnu hálvu. Hetta hóast, at spæliloyvið fyrr í kvøld er flutt frá B36 til Skála. Sum skilst, eru allir smálutirnir ikki komnir uppá pláss enn.
Niclas Niclasen, ítróttarstjóri í KÍ, váttar at einki verður gjørt afturat í KÍ í kvøld. Einasta flytingin er tann, at Bárður J. Heinesen hevur flutt spæliloyvið frá HB til KÍ. Harafturat er Odmar Marsten, ið spældi nógv í miðverjuni í fjør, fluttur aftur til Klaksvíkar, eftir at hann hevur verið í Danmark í skúla. Men hansara spæliloyvið hevur allatíð verið í KÍ.
22:50
Sámal Erik Hentze, ið er venjari hjá oddaliðnum B36 sigur, at teir í B36 ongan nýggjan leikara fáa afturat hópinum í summar. Men hann greiðir frá at felagið allarhelst missir tríggjar leikarar. Tóki á Lofti og Sandri Færø hava skift til AB og sum skilst, arbeiðir Skála við at knýta fyrrverandi B36 leikaran Høgna Midjord afturat hópinum. Tað er nógv, ið bendir á, at skiftið er blivið til veruleika, tí sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum er spæliloyvið hjá Høgna Midjord í kvøld flutt frá B36 til Skála.
Albert Ellefsen, ÍF venjari, sigur at ÍF fær ein nýggjan leikara í summar. Talan er um unga fuglfirðingin Andrias Poulsen, ið seinastu árini hevur spælt við ungdómsdeildunum hjá NSÍ. Harafturat hevur Andrias Poulsen eisini leikt á yngri landsliðum hjá Føroyum.
NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen sigur, at styrkurin, ið NSÍ fekk í seinastu viku, var tann seinasti styrkurin hjá NSÍ í summar. Hann er væl nøgdur við styrkin og sigur at eingin leikari skiftir frá NSÍ til nakað felag í summar.
22:08
HB venjarin, Heðin Askham, greiðir frá, at Jóan Símun Edmundsson verður tann einasti nýggi leikarin í HB troyggjuni hesu megin summarsteðgin. Somuleiðis sigur hann seg vera væl nøgdan við hópin.
Tað ljóðaði annars fyrr í summar, at nakrir av leikarunum hjá HB vóru uppá tal hjá øðrum feløgum, ið ætlaðu at leiga leikararnar, men Heðin Askham sigur at eingin broyting verður framd í HB hópinum.
EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe væntar ikki, at nakar nýggjur leikari verður í EB/Streymi áðrenn midnátt. Somuleiðis segði formaðurin í EB/Streymi, Signar í Homrum, í seinastu viku, at Høgni Madsen gavst í felagnum innan stutta tíð, av tí orsøk at Høgni Madsen bert hevði sáttmála við EB/Streym fram til summarsteðgin. Harafturat greiddi hann frá, at Pól Jóhannus Justinussen skifti til NSÍ, tí at hann hevði ynski um tað.
Fyrr í summar hevur in.fo tosa við Niclas Niclasen, ið er stjóri í tí felagnum, sum rekur besta mansliðið hjá KÍ. Hann greiddi frá, at eingin nýggjur leikari verður í KÍ hópinum eftir summarsteðgin, hóast tað ljóðaði at onkur nýggjur leikari skuldi koma inn at avloysa Atla Danielsen, sum er givin í summarsteðginum.
21:16
Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi segði fyrr í dag at Víkingur hevur fingið tann eina styrkin í summar í Andreas Lava Olsen og at hann verður tann einasti nýggi leikarin í summarsteðginum.
Pauli Poulsen, venjari hjá Skála, váttar at Ahmed Keita hevur gjørt sáttmála við Skála tað sum eftir er av kappingarárinum. Ahmed Keita hevur fyrr leikt við B68 og AB, har hann serliga í B68 taldist millum stóru profilarnar í føroyskum fótbólti.
Niclas Davidsen, formaður hjá B68, sigur at B68 hevur fingið tann styrkin, ið teir skulu hava og at tað ikki kemur nakar annar nýggjur leikari inn í summar.
20:27
Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, váttar at AB hevur gjørt sáttmála við tríggjar nýggjar leikarar í summarsteðginum. Teir tríggir eru Aleksandrs Cekulajevs, Sandri Færø og Tóki á Lofti. Sjúrður Olsen greiðir frá.
- Vit hava fingið álopsleikarin Aleksandrs Cekulajevs til landið gjøgnum umboðsmannin Hans Jacob á Líknargøtu. Aleks var til royndarvenjing hjá okkum í seinastu viku og vit eru væl nøgdir við tað sum vit hava sæð frá honum. Hann vísir góðan hugburð undir venjing og stendur ofta á rætta staðnum í feltinum.
- Hinir báðir, Sandri Færø og Tóki á Lofti, eru tveir ungir leikarar, ið vit hava manglað í fyrru hálvu. Teir eru báðir tveir vongspælarar og fara heilt sikkurt at geva liðnum nakað, ið vit hava manglað.
Flytingarvindeygað higartil:
AB:
Tilgongd: Aleksandrs Cekulajevs, Tóki á Lofti, Sandri Færø
Frágongd: Jógvan Isaksen, Hans Jørgensen, Jóan Símun Edmundsson
Skála:
Tilgongd: Ahmed Keita, Pauli G. Hansen, Høgni Midjord
Frágongd: Rói av Fløtum
B68:
Tilgongd: Ibrahima Camara, Hans Jørgensen, André Olsen, Remi Langgaard, Oddur Højgaard
Frágongd: Kristian Joensen, Bergur Gregersen
ÍF:
Tilgongd: Bogi Løkin, Jógvan Isaksen, Andrias Poulsen
Frágongd: Eingin
KÍ:
Tilgongd: Bárður J. Heinesen
Frágongd: Atli Danielsen
NSÍ:
Tilgongd: Pól Jóhannus Justinussen, Christian Høgni Jacobsen
Frágongd: Eingin
EB/Streymur:
Tilgongd: Eingin
Frágongd: Pól Jóhannus Justinussen, Høgni Madsen
Víkingur:
Tilgongd: Andreas Lava Olsen, Bergur Gregersen
Frágongd: Eingin
HB:
Tilgongd: Jóan Símun Edmundsson
Frágongd: Bárður J. Heinesen
B36:
Tilgongd: Adrian Cieslewicz, Rógvi Poulsen, Odmar Færø
Frágongd: Sandri Færø, Tóki á Lofti, Høgni Midjord