Liðugt: B36 tapti 4-1

B36 er útsligið úr Champions League kappingini. Samanlagt taptu teir 6-2 ímóti The New Saints

B36 spælir í hesi løtu seinna dystin í Champions League undankappingini ímóti walisiska liðnum, The New Saints.

 

Dysturin verður spældur í Wales og byrjar klokkan 19:00.

 

B36 tapti í fyrru uppgerðini 2-1 í Føroyum, so tí skal okkurt serligt til, um B36 skal spæla seg víðari.

 

 

Vit fylgja dystinum beinleiðis og uppdatera leypandi undir her:

 

 

 

90 minuttir, liðugt: Dysturin í Wales er nú liðugur, og endaði við 4-1 sigri til heimaliðið The New Saints.

Sigurin var fult uppiborin, tí sambært hagtølunum hevði The New Saints 5 skot á málið hjá B36, umframt 8 skot uttanfyri málið, meðan B36 hevði 2 skot á málið hjá mótstøðuliðnum og einki uttanfyri málið.

B36 tapti tí samanlagt 6-2 ímóti walisiska liðnum.

 

MÁÁL, 4-1 til The New Saints, 90 minuttir: Nú hevur B36 minkað um munin. Tað er Lukasz Cieslewicz, ið hevur skora fyri B36 eftir upplegg frá Hans Paula Samuelsen.

 

MÁÁL, 4-0 til The New Saints, 89 minuttir: B36 er nú aftanfyri 4-0 í Wales. Tað er maðurin við 10 talinum á rygginum, Matty Williams, sum hevur lagt The New Saints á odda 4-0.

 

85 minuttir: B36 hevur nú gjørt seinastu útskiftingina í dystinum. Tað er Róaldur Jakobsen sum er farin av vøllinum, meðan Bjarni Petersen er komin á vøllin ístaðin.

 

76 minuttir: Ungi og evnaríki Pætur Petersen hevur nú avloyst Gest Bogason Dam á B36 liðnum.

 

75 minuttir: Nú restar bert eitt korter av dystinum, og dystargongdin er hin sama. B36 hevur havt eitt skot á mál teir fyrstu 75 minuttirnar, so 3-0 leiðslan til The New Saints er fult uppiborin.

 

MÁÁL, 3-0 til The New Saints, 47 minuttir: The New Saints hevur punkterað dystin frá byrjan í seinna hálvleiki. Longu tveir minuttir inn í seinna hálvleik hevur walisiska liðið fingið mál, soleiðis at støðan nú er 3-0 til The New Saints. Málskjútti er enn einaferð Michael Wilde, sum nú hevur skotið sítt hattrick.

 

45 minuttir, hálvleikur: Nú er hálvleikur á leikvøllinum í Wales, har heimaliðið hevur verið omaná í fyrra hálvleiki. Tað er eisini í tráð við leikgongdina, at The New Saints er á odda 2-0. Teir hava havt trý skot á mál í fyrra hálvleiki, meðan B36 enn einki skot á mál hevur havt.

 

37 minuttir: B36 hevur longu í fyrra hálvleiki gjørt eina útskifting. Ein skaði til miðverjan Odmar Færø ger, at hann er farin av vøllinum. Í hansara stað er komin Alex Mellemgaard.

 

MÁÁL, 2-0 til The New Saints, 27 min: Tað er eingin kjansur, at B36 nú kemur víðari í Champions League. The New Saints hevur nú lagt seg á odda 2-0, og enn einaferð er tað Michael Wilde sum hevur skorað fyri walisararnar. B36 skal nú skora tríggjar ferðir fyri at koma víðari.

 

MÁÁL, 1-0 til The New Saints, 15 min: Eftir róligar fyrstu 15 minuttirnar, er lív nú komið í dystin. Tað er heimaliði, The New Saints sum hevur lagt seg á odda. Tað er Michael Wilde sum hevur lagt walisiska liðið á odda.

 

 

 

B36 liðið til dystin í kvøld: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Benjamin Heinesen – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Gestur B. Dam, Hanus Thorleifsson, Hans Pauli Samuelsen – Lukasz Cieslewicz