Liðugt á ólavsøku

Graslíki á ovara vølli verður skifti hesar dagarnar og skal verða liðugt til dystirnar á ólavsøku.

Í løtuni verður nýtt graslíki lagt á ovara vøll í Gundadali. 

- Tað er bara máttan sum skal skiftast, og ikki undirlagið, so tí er talan ikki um serliga drúgt arbeiði, segði Jákup Simonsen, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu við in.fo fyrr í summar.

 

Nýggja teppið, sum skal leggjast á vøllin, hevur sokallaða FIFA star 2 góðkenning, sum ger, at føroysku liðini aftur kunnu spæla dystir í evropisku kappingunum á ovara vølli. Hesa góðkenningina hevði gamla teppið eisini, greiddi Jákup Simonsen frá, men ovari vøllur var nú í so ringum standi, at hann hevði mist hesa góðkenningina. Tað eru sjey ár síðani, at graslíki á ovara vølli var skift seinast.

 

Næsti dysturin á skrá í Gundadali verður dysturin millum B36 og ÍF ólavsøkuaftan, meðan HB og FC Suðuroy spæla ólavsøkudag.