Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, hevur øll kortini við í spæli, tá hann skal seta liðið móti HB í finaluni í kappingini um Løgmanssteypið leygarkvøldið.
- Allir mans eru tøkir, er stutta og greiða svarið frá Sigfríða Clementsen.
Hóast talan er um sjálva steypafinaluna, so ætlar Víkingur ikki at venja á Tórsvølli undan dystinum.
- Vit hava spælt so nógvar dystir á Tórsvølli, at okkum nýtist ikki at venja har áðrenn. Vit venja her í Gøtu í kvøld og í annaðkvøld, leggur Sigfríður Clementsen afturat.
Tað var annars líkt til, at Víkingur skuldi verða uttan Hans Jørgen Djurhuus til dystin. Hann fekk leikbann í fýra dystir, har tann fjórði var sjálv steypafinalan. Hetta bleiv tó broytt, tá dómarabólkurin valdi broyta dómarafrágreiðingina.
Eftir nýggju dómarafrágreiðingini fekk Hans Jørgen Djurhuus tveir dystir leikbann og verður tí tøkur til finaluna leygarkvøldið. Víkingur er tvífaldur steypavinnari, og vann eisini steypafinaluna í 2009.
Rás2 sigur beinleiðis frá steypafinaluni, sum byrjar klokkan 19.45 leygarkvøldið.