Aftur í ár fer at bera til at lesa liðtíðindi í Vikuskiftissosialinum. Hetta eru tíðindi, har upplýst verður hvørjir leikarar ikki eru tøkir hjá teimum ymisku liðunum í Effodeildini.
Liðtíðindi verða veitt til hvørt umfar. Her verður upplýst hvussu drúgt leikbann viðkomandi leikari hevur ella hvønn skaða talan er um. Er talan um skaða, er eisini meting av hvussu drúgvur hann verður.
Nú Effodeildin verður skotin í gongd um vikuskiftið, er longu greitt, at fleiri leikarar av ymsum orsøkum ikki eru tøkir til fyrsta dystin. Meiri verður at frætta í liðtíðindunum í Sosialinum í morgin.









