Fróði Benjaminsen var leikliga nøgdur við avrikið ímóti Eysturríki, men iðraði seg um, at tað føroyska liðið ikki fekk nakra úrtøka, og hann heldur, at liðið hevði betri uppiborið, enn at tapa 0-3.
Liðskiparin hevði rósandi og góð orð at bera Súna Olsen, sum nú hevur takkað fyri seg á landsliðnum. Fróði Benjaminsen, sum er vorðin 36 ára gamal vildi tó einki avdúka um sína egnu framtíð á landsliðnum.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Fróði Benjaminsen segði við Trónd Arge aftaná dystin.










