Í morgin skal Gert Hansen giftast við Henny Olsen. Kortini forðaði hetta honum ikki at tørna út fyri EB/Streym, sum liðskipari á útivølli ímóti NSÍ við Løkin í kvøld.
Og sigast má, at tað spældi væl av hjá Gert Hansen, sum fekk ein 2-1 sigur í brúðargávu.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við tann komandi brúðgómin, sum var at hoyra á Rás2 fyrr í kvøld.










