Liðskipari brotið fótin

Soleiðis sær fóturin út hjá einum av liðskiparunum í Effo-deildini

Talan er um liðskiparan hjá EB/Streymi, Gert Hansen, sum í dystinum í dag móti AB breyt eitt bein í fótinum. Hann skal nú verða í gips í nakrar vikur og kann tískil ikki spæla aftur fyribils fyri EB/Streym.

 

- Eg verið úti í fýra til átta vikur, sigur Gert Hansen, sum eisini dømur í bestu deildini í hondbólti.

 

Dysturin millum AB og EB/Streym endaði við málleysum javnleiki. EB/Streymur liggur í løtuni á fjórða plássi í Effo-deildini.