Virkisbygningurin, sum Lido Seafood í Skálavík, átti, hevur fingið nýggjar eigarar. Tað er løgtingsmaðurin Páll á Reynatúgvu, sum saman við øðrum hevur keypt fyrrverandi virkið hjá Lido Seafood.
Bygningurin stendur á leigaðum øki hjá kommununi. Í leigusátmálanum stendur, at fiskaarbeiði skal vera í bygninginum, men sambært Dimmalætting ætla nýggju eigararnir ikki at brúka hølini til fiskaarbeiði.
Nýggju eigararnir hava bara keypt sjálvan bygningin. Onnur hava keypt maskinurnar.










