Frá Heina Fossaa og Havnar Timburhandli skal ein vanligur kundi ikki rokna við at fáa størri avsláttur enn nøkur heilt fá prosent.
Ì seinasta blaðnum fyri páskir verður í greinini ?Very special prise for you? hugt nærri at prísum á vørum í Føroyum.
Analysan hjá Sjúrði Skaale viðger timburhandlar, men hon viðger eisini fleiri aðrar vinnugreinir. Tað er eftir egnum vali, at dentur verður lagdur á timburhandlar í hesari greinini.
Liðugt
Heini Fossaa, stjóri í Havnar Timburhandli, sigur, at í hansara fyritøku er tíðin við stórum avsláttrum ein farin tíð.
- Við ársbyrjan 2004 settu vit allar okkara prísir niður, og harvið gjørdu vit upp við tíðina, har tað bar til at fáa hesar stóru avsláttrarnar, sigur Heini Fossaa.
Hann sigur, at tað, sum stendur at lesa í greinini í páskablaðnum, ikki ber til longur, men tað hevur borið til at fáa stóran avsláttur.
Avsláttur verður framvegis givin. Bert ikki á sama hátt. Vinnukundar hava aðrar treytir enn privatir kundar. Og tað ber til at fáa ein avlsáttur upp á timbur til kanska eina
- Tað ber til at kjakast um tað er rætt við prísásetingunum, men tað má vera ein munur á teimum ymsu keyparunum, har nakrir keypa nógv og onnur keypa minni, men vit hava oftani tær somu útreiðslurnar, sigur Heini Fossaa.
Tænastur samlaðar
Sambært Heina Fossaa skyldast teir lægru eindarprísirnir, at aðrar tænastur nú ikki verða roknaðar upp í prísin.
- Àður var tað soleiðis, at tað var fríkoyring og aðrar tænastur knýttar at vøruni. Hetta gav eisini ein stóran mismun. Tú kundi fáa ein stóran avsláttur upp á prísin, um tú ikki nýtti allar tænasturnar, men kundin, sum heintaði sínar vørur hjá okkum, rindaði fullan prís, sigur Heini Fossaa
Hann sigur tað vera ótrúliga torført at fáa fólk at rinda fyri eina tænastu, og tí hevði tað verið lættari, um tænastan var partur av prísinum, men hann sigur, at Havnar Timburhandil hevur valt at gera prísirnar meira gjøgnumskygdar.
Balslev vil ikki svara
Feskastu atkomuligu roknskapartølini hjá Havnar Timburhandli og Balslev vísa, at báðir teir stóru timburhandlarnir høvdu í 2003 fleiri milliónir hvør í yvirskoti, men tað ber ikki til at lesa nakað um umsetningin í tí eksterna roknskapinum hjá báðum teimum stóru timburhandlunum.
Meðan Heini Fossá ikki hevur nakað ímóti at svara spurningunum hjá Sosialinum, so er áhugin ikki til staðar hjá Bent á Lava, stjóri fyri Balslev.
- Vit hava eina skipan, men eg ætli mær ikki at gera viðmerkingar til tað í bløðunum, sigur Bent á Lava.
Hann sigur tó, at hann metir kapping vera til staðar í stóran mun í Føroyum. Hesum er Heini Fossaa eisini samdur við honum í.
Hann vil tískil hvørki avsannað ella váttað, at tað ber til at fáa tílíkan avsláttur sum sipað til í greinini í páskablaðnum.
Kappingarráðið kannar
Kappingarráðið kannaði í 2002 avsláttarskipanirnar hjá føroysku timburhandlum. Kappingarráðið gjørdi ikki nakað víðari við málið, og tað var eingin niðurstøða gjørd um, at tað var avtalað nakað millum handlarnar um prísir.
Kanningin vísti, at allir timburhandlar bjóðaðu stórar avsláttrar og eisini provosión ella bonus til eitt nú byggimeistarar.
Tað ber til at lesa um kanningina á www.kapping.fo